Gongd á heimasíðuna
Lat okkum fáa gongd aftur á heimasíðuna, nú stór ting standa fyri framman.  

Newcastle.fo

Tað kann ikki passa, at Newcastle United Football Club, ið hevur bestu fjeppara í Bretlandi, ikki skal klára at savna nóg góðar fjepparar í Føroyum, til at hava eina fjeppara heimasíðu koyrandi.

Eg veit at tað hava verið trupuleikar við síðuni, men tað hava eisini verið trupuleikar í NUFC. Og hvat hava teir gjørt? Bart seg upp aftur í Premier League. Ella teir eru á veg har. Tað skulu vit eisini gera. Vit skulu standa saman, og fáa heimasíðuna at koyra aftur.

Lat okkum fáa gongd á kjaki aftur, fáa nakrar greinar inn og møguliga fáa bloggin at koyra.

Lat okkum vísa, hvørjir fjepparar eru best. Ikki bara í Bretlandi men eisini í Føroyum.

Eg ætli mær at blogga eitt sindur við hvørt, og har fari eg at siga mína hjartans meining ið svørt/hvítum eygum.

Nú er gongd komin á, lat okkum so blíva við.

 

Vinarliga

Jóhan Vest

Skriva viðmerking
Viðmerkingar
Hugaligt!!!
ja so er tað í kvøld at vit spæla. Dysturin verður vístur, 19.45. Eg havi roynt at fingið billettir til seinasta heimadyst hjá okkum, men tað er trupult... Koyr á NUFC!!!!!!
HJ
Flott flott
Vit flyta væntandi upp í annaðkvøld. Dysturin verður vístur á canal 9 og sky sports 1....kansak vit skuldu samlast?
Jóhann
Norðlýsið
Vit eru til tygara tænast
0,02